Innanlands

Norðingur við 1.950 tonsum av svartkjafti

Norðingur skal landa 1.950 tons til Havsbrún

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-03-06 07:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur skal landa 1.950 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Norðingur skal landa til Havsbrún í kvøld, og fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder