Innanlands

Norðsøki gjørt klárt til snellufiskiskap

Seta kós móti Ísland í morgin, og fimm mans vera við

Finnbjørn og Heri Vang (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Finnbjørn og Heri Vang (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-05-31 20:59 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava beint nú tikið ís og hava gjørt klárt at fara við snellu. Mánadagin 1. juni verður kósin sett móti Íslandi, har vit hava kvotu til nakrar túrar. Vit vera fimm mans við.

Tað søgdu brøðurnir Finnbjørn og Heri Vang við Sjómansmissiónina fyrr í vikuni. Heri er skipari meðan Finnbjørn er við onkran túr av og á.

- Norðsøki hevur verið á beding í Vági. Har var hann kálfatraður og málaður og so var annað gjørt við hann, sum klassin kravdi. Hann er í góðum standi, hóast hann óivað er elsta fullrikna skip í føroyska flotanum, ja, kanska í danska ríkinum.
Hann er bygdur í Holbæk í Danmark í 1942, er 61 brt, 21 metrar langur og 6,1 metrar breiður og hevur ein 360 kw. Mitsubishi motor, siga teir.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Tað hevur gingist væl við útróðrinum síðstu árini, so tað er hugaligt at vera útróðramaður og vit vóna at íslandstúrarnir eisini fara at vignast væl, sigur Heri, sum var spentur at sleppa avstað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder