Norðmenn keypa uppsjóvarskip úr Skotlandi

Talan er um Háborg, sum Eiler Jacobsen, sáli, lat byggja í 1986, sum nú verður avloyst

2019-12-09 21:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggja skipið, sum skal avloysa Gerda Marie, er bygt í 2016 á Karstensens Skibsværft í Skagen.

Hvat skipið er keypt fyri vita vit ikki, men skipið skal, sum skilst á lagnum, yvirtakast fyrsta dagin. Kings Cross er útgjørt at fiska við bæði nót og troli.

Kings Cross bleiv upprunaliga bygt til felagið Lunar Fishing Ltd í Peterhead í Skotlandi.

Gerda Marie er bygt í 1986, og fekk upprunaliga navnið Háborg. Tað var Eiler Jacobsen, sáli, sum lat skipið byggja.

[object Object](Gerda Marie frá 1986, varð upprunaliga bygt sum Háborg, og hevði heimstað í Tórshavn)

Í 1989 seldi Eiler Jacobsen skipið til Norra, har tað fekk navnið Gerda Marie. Hvat nú hendur við skipinum vita vit ikki.

Talan er um eitt munandi størri skip enn gamla Gerda Marie. Nýggja skipið er 78,6 metrar langt, og 15,5 metrar breitt í mun til Gerda Marie frá 1986, sum er 65 metrar langt, og 12,6 metrar breitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder