2022-09-20 21:16
Norska uppsjóvarskipið Norderveg kom í dag á Fuglafjørð við 650 tons av makreli, sum er fiskaður í norskum sjógvi.
Talan er um góðan makrel, og veiðan verður landað til Pelagos í Fuglafirði.
Tá ið liðugt er at landa, fer Norderveg aftur til fiskiskap.
Nú fiskivinnuavtala er gjørd millum Føroyar og Norra, fara vit helst at síggja fleiri norskar makrellandingar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald