Innanlands

Nøvan fingið eina yvirháling

Fyrsta tvíkiljan, sum hevur verið til umvælingar í gomlu høllini hjá Mest síðani hon varð dagførd. Tvíkiljan er málað og hevur millum annað fingið nýggjar motorar og skrúvur

(Mynd: Mest)

(Mynd: Mest)

2021-05-07 08:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvíkiljan Nøvan hjá Luna bleiv koyrd út á dagførda bedingsvogningum úr gomlu byggihøllina á MEST í Tórshavn fyrrapartin í gjár.

Nøvan er fyrsta tvíkiljan, sum hevur verið til umvælingar í dagførdu gomlu høllini og hevur arbeiðið gingið sera væl. Við góðu innandura umstøðunum er tvíkiljan vorðin málað frá kjøli til mastratopp. Tvíkiljan er eisini málað innan í maskinrúmunum og í lastunum.

Tvíkiljan er sum nýggj nú Luna hevur valt at skifta bæði motorar og skrúvur. Umframt vanligt skipasýn og ymiskar umvælingar verður umfatandi nýggj hydraulikk skipan nú sett í. Hetta arbeiðið verður framt komandi vikurnar við bryggjukant.

Sum tað sæst av myndunum er munur á tvíkiljuni sum kom upp í mars og nú hon verður flotað aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder