Innanlands

Nú er báturin sum nýggjur

Ligið síðani september mánað, so nú eru teir umborð á Olgu Mariu spentir at sleppa avstað

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-03-02 21:01 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava ligið síðani september mánað, sum er ein long tíð. Hesa tíðina hevur báturin fingið nýtt gear, høvuðsumvælt motorin, fingið nýggjan ljósmotor og gjørt maskinrúmið ordiliga í stand.

Harafturat er brúgvin eisini gjørd í stand og er bjálvað betri og onkur tól eru dagførd. Tað sigur skiparin og eigarin á trolbátinum Olgu Mariu, Gullak Gullaksen.

Maskinverkstaðurin Mekanik hevur gjørt maskinarbeiðið, El-in hevur gjørt elarbeiðið og skipasmiðjan Mest hevur málað bátin, og annað.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- At tíðin gjørdist so long, skyldast millum annað, at vit fingu ongar deilir til gamla gearið, og máttu bíða í tríggjar mánaðir eftir nýggja gearinum. Harafturat hava onnur arbeiði tikið longri tíð, enn vit væntaðu, sigur Gullak Gullaksen.

- Nú er báturin í fínasta standi, so vit eru spentir at sleppa avstað aftur. Fiskiskapurin hevur verið góður síðstu tíðina, serliga á innaru leiðunum, so útlitini eru góð. Tó skulu vit ikki gloyma, at við fiskiskapi kann tað ganga sera skjótt – og tað báðar vegir. Tað hava vit mangan verið vitni til, sigur Gullak Gullaksen.

Við Olgu Mariu eru fimm mans, og teir fóru avstað týskvøldið. Teir landa fyri tað mesta í Leirvík.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og har varð tíð til drekka, prát, Guds orð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder