Innanlands

Hellutangi smokkaður í briminum

Náttúrukreftirnar eru í holt við at gera av við fóðurflakan á Víkum

Soleiðis sá út 12. apríl í fjør. Nakrar dagar aftaná at fóðurflakin sleit (Mynd: Sverri Egholm)

Soleiðis sá út 12. apríl í fjør. Nakrar dagar aftaná at fóðurflakin sleit (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-14 16:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rætting 15. januar 00:04: Í fyrru útgávuni av hesari greinini skrivaðu vit, at Hellutangi var burtur. Tað er ikki heilt rætt. Hann er smokkaður saman, og sæst einans tá tað er fjøra.

---

Tað var í illveðri fyrst í apríl, at flóðurflakin hjá Hiddenfjord, Hellutangi, sleit og rak á land á Víkum norðuri í Vágum.

Royndir vórðu gjørdar at fáa Hellutanga leysan aftur, men royndirnar eydnaðust ikki, og móti vetri ásannaði alifyritøkan, at tað ikki gjørdist meira fyri veturin.

Nógv brim hevur verið seinastu tíðina, og náttúrukreftirnar gera sítt til at fáa 80 metrar langa skipið, sum jú ikki eigur at liggja har, burtur. Tað hevur ligið sum eitt spøkilsisskip síðani í vár, men nú er tað smokkað so mikið nógv saman, at skipið bara sæst tá tað er fjøra.

Dimmalætting sendi í hesari vikuni fólk norð á Munnan. Tá útsendi kom vegin fram, var eingin fóðurflaki at síggja.

Myndir av økinum vesturi á Víkum uttan Hellutanga síggjast á dimma.fo her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder