2021-08-03 07:45
Í morgun fór Grønanes undir at taka oljuna úr Eivindi, sum fyrrapartin í gjár sigldi á flesjarnar.
Eivind hevur 39.000 litrar av olju, so tað fer at taka eina góða løtu at tøma skipið, upplýsir MRCC fyri Kringvarpinum. Tá oljan er fingin úr skipinum, verður avgjørt, hvat so skal henda.
Veðrið er gott, og verður tað eisini gott komandi dagarnar, so bjargingin hevur sum so ongan skund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald