Innanlands

Nú vóna vit betri fiskiskap við gørnum

Síðsta hálva árið hevur verið vánaligasti fiskiskapur hjá garnabátunum eftir svartkalva, tað eg veit um sigur Kjartan Kjartansson, skipari á Oknini

Kjartan Kjartansson, skipari á Oknini (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Kjartan Kjartansson, skipari á Oknini (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-02-10 20:07 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Síðsta hálva árið hevur verið vánaligasti fiskiskapur hjá garnabátunum eftir svartkalva, tað eg veit um. Teir byrjaðu í 1993, og eg havi fiskað seinastu 20 árini, so tað eru hóast alt mong ár síðani.

- Síðsti túrur varð tó brúkiligur, tá vit fingu knapt 10 tons. Annars hevur fiskiskapurin síðstu mánaðirnar verið syndarligur, sigur Kjartan Kjartansson, skipari á Oknini.

- Hvør orsøkin er, skal eg ikki gera meg klókan uppá. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, so sum, at kalvin fer inn á grynri vatn, har vit ikki hava loyvi at fiska, ella at hitin í sjónum ikki er til vildar fyri kalvan, sigur hann.

- Gørnini standa eystur úr Fugloynni, og vit fara avstað sunnukvøld og eru so vanliga úti í fýra dagar og landa fríggjamorgun. Nú vóna vit betri fiskiskap, tí tað kann næstan bara ganga uppeftir, sigur Kjartan

Áðrenn Oknin fór avstað í gjárkvøldið, var andakt umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder