2018-12-14 19:18
Nýborg hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Upplýst verður, at teir hava umleið 300 tons, sum teir landa til Havsbrún.
Føroysku skipini hava nú næstan fiskað alla makrelkvotuna fyri 2018, og nú fara øll uppsjóvarskipini at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Tó er tað ein tíð síðan at nøkur av uppsjóvarskipunum løgdu um til svartkjaftaveiðu.
Skipini plaga at landa veiðuna til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald