Innanlands

Nýborg strikað úr føroyska flotanum

Nýborg er nú skrásett í Belize

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

2019-09-30 22:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Nýborg, sum hevur verið heimahoyrandi í Vági seinastu tvey árini, er seld av landinum.

Skipið varð keypt frá Asbjørn AS, sum familjan Magnussen í Hirtshals eigur, og tað er sama felag, sum nú hevur keypt skipið aftur.

Skipið hevur fingið navnið Junior, sum er sama navn, sum skipið hevði tá ið tað var heimahoyrdandi í Hirtshals áðrenn tað varð keypt til Føroyar.

Nýborg fór av Vági fyri tíð síðan, og skipið hevur síðan verið í dokk í Danmark, har skipið er pussa upp, og gjørt klárt aftur til fiskiskap, aftaná at skipið hevur ligið í eina tíð á Vági.

Sum skilst, so skal skipið fiska út fyri Marokko. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder