Framherji hevur skrivað undir sáttmála um nýggjan Akraberg. Tað veit Kringvarpið í dag.
Nýggi Akraberg skal byggjast í Brattvågen í Noregi, og kostar góðar 500 milliónir norskar krónur, sum eru 317 milliónir danskar krónur.
Trolarin verður 84 metrar langur og 17 metrar breiður, og skal fiska botnfisk og rækjur, og kunna gera súrløgu umborð.
Núverandi Akraberg er 78 metrar langur og 14 metrar breiður.
Skrokkurin verður bygdur í Rumenia, og trolarin skal standa liðugur á sumrið 2022, veit kvf.fo.
Á Torradøgunum boðaði Hanus Hansen frá, at nýggjur Gadus skuldi byggjast. Eftir ætlan verður hann eisini liðugur á sumrið 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald