Innanlands

Nýggi Dettifoss á Havnina

Dettifoss hevur heimstað í Tórshavn. Skipið stevndi í morgun á fyrsta sinni inn gjøgnum Nólsoyarfjørð

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-09-26 10:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í lýsingini í morgun stevndi nýggi Dettifoss á fyrsta sinni inn gjøgnum Nólsoyarfjørð. 

Skipið, sum er systirskip við Brúarfoss og Tukuma Arctica, er 178 metrar langt og 31 metrar breitt. Skipið lastar 2.150 TEU. 

Øll trý skipini eru bygd á Guangzhou Wenchong skipasmiðjuni í Kina. Í november mánaða fara tey trý skipini eftir ætlan í samsigling millum evropiska meginlandið, Føroyar, Ísland og Grønland, skrivar Faroe Ship í tíðindaskrivi.

Hetta er samstarv millum Faroe Ship, Eimskip og Royal Arctic Line.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder