Nýggi Klakkur verður væntandi í Føroyum mikudagin

Seinastu papírini eru ikki komin uppá pláss enn, men hetta verður avgreitt mánadagin

Nýggi Klakkur við bryggju í Norra (Mynd: Líggjas Johannesen)

Nýggi Klakkur við bryggju í Norra (Mynd: Líggjas Johannesen)

2020-01-05 08:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggjasta og framkomnasta línuskipið í flotanum, verður væntandi í Føroyum mikudagin. 

- Um alt gongur sum tað skal, so vera vit í Føroyum mikudagin, og liggja so í einar tveir til tríggjar dagar áðrenn farið verður til fiskiskap, sigur Líggjas Johannesen, sum er reiðari og annar av skiparunum umborð á nýggja Klakki.

Seinastu papírini vórðu ikki avgreidd innan vikuskiftið, og tí kemur tað síðsta uppá pláss mánadagin, og síðan verður klárt at seta kósina móti Føroyum.

Tað eru júst seks ár síðan, at undanfarni Klakkur kom til Føroyar á fyrsta sinni. Tá keypti felagið Undir Klakki norska línuskipið Urvaag úr Norra, sum fekk navnið Klakkur. Keypsprísurin var umleið 25 milliónir. Hvat nýggi Klakkur kostaði vita vit ikki.

Nýggi Klakkur lastar 370 tons, harav 340 er á plattum. Skipið hevur ”Moon Pool”. Tað vil siga, at línan verður drigin upp gjøgnum botnin, mitt inni í skipinum.

Skipið hevur møguleika at heilfrysta fisk, og eisini hevur hann flakafabrikk. Eisini eru best hugsandi umstøður til manningina.

Tá ið klárt verður at fara til fiskiskap, verður farið yvir á Flemmish Kap.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder