2021-01-11 22:45
Talan er um eitt frystilínuskip, sum er bygt í 1987, og sum skal avloysa núverandi Pison, sum skal høggast upp.
Nýggi Pison loysti í kvøld, og verður eftir ætlan í Føroyum mikudagin, har skipið kemur á Kalskvík.
Einki verður gjørt burturúr at skipið kemur til Føroyar á fyrstansinni, og tað er korona, sum er orsøkin til hetta.
Nýggi Pison skal riggast til, og kemur arbeiðið helst at taka eini 10 dagar, áðrenn skipið fer til fiskiskap undir Føroyum.
Nýggi Pison loysti frá landi í Noreg í dag, og er núávegis heim til Føroyar (Mynd: Fishfacts)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald