2019-09-03 06:38

Eftir ætlan verður nýggja uppsjóvarskipið í føroyska flotanum, Gitte Henning 1, á Gøtuvík um fýra tíðina seinnapartin. Har skal skipið, sum siður er, sigla tríggjar ferðir í ring.
Síðani liggur leiðin til Runavíkar, har høvi verður hjá almenninginum at koma umborð at síggja skipið frá klokkan 17 til 20 týskvøldið.
Tað er reiðaríið Varðin í Gøtu, sum hevur keypt eitt ára gamla skipið úr Danmark. Gitte Henning 1 skal fiska fyri Trónd í Gøtu, sum fer at liggja til í vár tí gearini skulu skiftast.
Savnsmynd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald