2019-12-01 16:11
Tað var í september, at tað gjørdist alment, at felagið P/f Eysturoy hevði keypt eitt nýggjari frystilínuskip, sum skuldi avloysa Sigmund og Mascot, sum felagið hevði valt at leggja og selja.
Tá ið tíðindini gjørdust almenn, varð eisini sagt, at nýggja skipið kom til Føoyrar í december.
Í dag hevur skipið loyst úr Norra, og sett kós móti sínum nýggja heimstað, og verður móttøka fyri skipinum á Toftum í morgin klokkan 14.
Talan er um eitt stórt skip, sum lastar umleið 300 tons, og veiðan verður fryst umborð.
Enn er ikki greitt hvussu nýggja skipið skal eita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald