Innanlands

Nýggja rannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri

Tað fær navnið eftir Jákup Sverra Joensen, ið var fyrsti fiskifrøðingur í Føroyum og fyrsti stjóri á stovninum

2019-12-19 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at nýggja rannsóknarskipið skal eita “Jákup Sverri”. Tað eitur eftir Jákup Sverra Joensen, sála. Hann var Føroya fyrsti fiskifrøðingur og fyrsti stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum Havstovan æt tá. Hetta skrivar Havstovan á heimasíðu sínari

Jákup Sverri Joensen starvaðist á donsku havstovuni eftir lokna útbúgving í Danmark og legði lunnar undir Havstovuna og føroyskar hav- og fiskirannsóknir. Jákup Sverri Joensen fór frá fyri aldur í 1988 og andaðist í 2013.

Hetta er fjórða skipið hjá Hagstovuni. Tað fyrsta var Ternan, saman við Landsstýrinum, frá 1964 til 1981 var Jens Christian Svabo rannsóknarskip, og frá 1982 hevur tað verið Magnus Heinason. Jákup Sverri avloysir Magnus Heinason á sumri 2020. Jákup Sverri er fyrsta rannsóknarskipið, sum er bygt til endamálið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder