Innanlands

Nýggja Ruth verður størsta fiskiskip í danska flotanum

Soleiðis fer skipið at síggja út

Nýggja Ruth minnir nógv um núverandi skip (Mynd: Karstensens Skibsværft)

Nýggja Ruth minnir nógv um núverandi skip (Mynd: Karstensens Skibsværft)

2019-11-13 19:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrr í dag kunngjørdi reiðariíð Ruth A/S, at felagið hevur undirskrivað sáttmála um nýbygning.

Talan verður um eitt avloysara skip fyri núverandi Ruth, sum einans verður fimm ára gomul tá ið nýggja skipið kemur á summri í 2021.

[object Object]Núverandi Ruth á Kvívík í 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Núverandi Ruth er seld til eitt norskt reiðarí, sum eigur eitt munandi eldri skip, sum Ruth A/s skal hava í býti við Ruth, sum verður størsta fiskiskip í Norra.

Tá ið Ruth varð yvirtikin í 2016, fekk skipið heitið sum størsta fiskiskpið í danskari søgu, men stutteftir kom ein annar reiðari við Gitte Henning, sum slóð hetta metið.

[object Object]Gitte Henning 1 (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gitte Henning varð seld til Føroyar fyrr í ár, og tá fekk Ruth aftur heiðurin, sum størsta danska fiskiskip.

Við nýbygninginum tekur føroyingurin Gullak Madsen í Hirtshals aftur heitið sum reiðari á størsta fiskiskipinum í Danmark. Nýggja Ruth verður tveir metrar longri enn núverandi og ein knappan metur breiðari - heili 17 metrar breið.

Hvat kostnaðurin er fyri skipið ella hvat Gullak hevur selt núverandi Ruth fyri vita vit ikki.

Hetta verður annar nýbygningurin, sum reiðaríið letur býggja í søguni hjá felagnum, og bæði skipini teknað og bygd hja Karstensens Skibsværft í Skagen.

(Trýst á myndina fyri at síggja í fullari stødd)[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder