2019-12-02 01:16
Frystilínuskipið Atlantic, sum felagið Eysturoy á Toftum hevur keypt úr Norra, kom á Havnina klokkan eitt í nátt.
Skipið, sum er bygt í 1998, skal avloysa ísfiskalínuskipini Sigmund og Mascot, sum eru bygd í 1976.
Atlantic lastar 320 tons, og veiðan verður fryst umborð, og møguleiki er eisini at skera veiðuna til flak.
Atlantic Kann frysta 24 tons um døgni.
Høvuðsmotorurin og ljósmotorarnir eru Caterpillar og vórðu settir í skipið í mai. 2018.Frystiútgerðin er frá 2012.
Við skipinum vera 16 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald