Innanlands

Nýggjan trolara fyri 400 milliónir krónur

Nýggi flakatrolarin sum kemur fyri Gadus, fer at kosta 400 milliónir krónur og fer at lasta 1400 tons

Hanus Hansen (Mynd: Sverri Egholm)

Hanus Hansen (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-19 22:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hanus Hansen avdúkaði á fiskivinnutinginum í Klaksvík í kvøld, at JFK hevur bílagt nýggjan Gadus, og hann skal sigla á Vágna í Klaksvík á Sjómannadegnum í 2022.

Reiðarin var annars ikki so tíðindafróður á fiskivinnutinginum í kvøld, men sigur nú við VP, at trolarin fer at kosta góðar 400 milliónir krónur, og verður smíðaður í Turkalandi.

Víðari við VP sigur Hanus Hansen, at trolarin fer at lasta 1400 tons av flaki, mjøli og lýsi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder