Innanlands

Nýggjur dýpdarmyndil tøkur

Umhvørvisstovan hevur evnað ein nýggjan dýpdarmyndil av øllum føroyska havøkinum – Nýggi myndilin fevnir um eitt økið á uml. 300.000 km2

2026-04-13 20:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umhvørvisstovan hevur evnað ein nýggjan dýpdarmyndil av øllum føroyska havøkinum, frá føroysku hav- og landgrunsmørkunum til strandalinjuna, nevndur FODM50_2026.

Nýggi myndilin fevnir um eitt økið á uml. 300.000 km2. Dýpdarmyndilin inniheldur nýggjar dýpdardátur og er ein víðkan av gamla dýpdarmyndlinum, sum fevndi um eitt avmarkað økið kring oyggjarnar.

[object Object]

Nýggi dýpdarmyndilin samanborið við tí gamla. Svarti kassin rundanum Føroyar vísur víddina á gamla dýpdarmyndlinum.

Myndilin er samansettur av 107,4 mió. dýpdarpunktum, harav 17,4 mió. eru mátaðar dýpdir og 87,7 mió. interpoleraðar dýpdir.

Myndilin er eitt dátunet við 50 metra loysni og er grundaður á eitt dátusavn við dýpdardátum frá fleiri ymiskum rannsóknum og søguligum keldum.

Umhvørvisstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder