Íslendskur nýbygningur á Havnini

Báturin kemur sum nýbygningur úr Danmark. Talan er um størsta bátin úr glasfibri í Íslandi

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-11-26 06:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í gjár kom íslendski nýbygningurin Bárður SH 81 á Havnina. Talan er um størsta bátin úr glasfibri í Íslandi.

Tað er danska skipasmiðjan Bredgaard Boats, sum hevur latið bátin byggja, sum er 26,85 metrar langur, og sjey metrar breiður.

Bárður, sum báturin eitur, er eisini útgjørdur at fiska við gørnum, men kemur sum heild at fiska við snurruváð.

Við bátinum skulu vera sjey til átta mans, sum hava góðar umstøður umborð.

Bárður er nakað seinkaður úr Danmark. Ætlanin var, at báturin skuldi fara úr Danmark síðst í september, men seinkingar hava gjørt, at tað ikki er eydnast fyrr enn nú vit eru síðst í november.

Báturin skal avloysa ein eldri bát, sum einans var 15 metrar langur, og skal fiska við gørnum um veturin, meðan fiskað verður við snurruváð um vári og fram til heystið.

Bárður fer av Havnini aftur í morgin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder