Innanlands

Nýtt línuskip keypt til Toftir

Sáttmálin varð undirskrivaður fyri einum mánaða síðan

Atlantic skal avloysa Sigmund og Mascot

Atlantic skal avloysa Sigmund og Mascot

2019-09-14 16:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Felagið P/f Eysturoy á Toftum hevur keypt eitt nýggjari línuskip, sum skal avloysa tvey eldri skip.

- Vit hava keypt norska línuskipið Atlantic, sum skal koma í flotan fyri Sigmund, sum varð lagdur í fjør og Mascot, sum varð seldur til Klaksvíkar, sigur Anfinn Olsen, reiðari.

Anfinn Olsen sigur, at sáttmálin varð undirskrivaður fyri einum mánaða síðan, og at skipið kemur til Føroyar síðst í árinum.

- Av tí at skipið verður avloyst av einum nýbygningi, sum kemur fyrst í komandi ári, skal Atlantic fiska kvoturnar hjá reiðaríðnum, og tí kemur skipið ikki til Føroyar fyrr enn tann fiskiskapurin er liðugur, sigur Anfinn Olsen.

Talan er um eitt stórt skip, sum lastar umleið 300 tons, og veiðan verður fryst umborð.

Reiðarin vil ikki upplýsa søluprísin, og sigur, at navnið er heldur ikki valt enn. 

Atlantic er bygt í 1998.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder