(Upptøkan omanfyri er frá norsku bjargingartænastuni)
Fyrrapartin kom neyðarkall frá norska línu- og garnaskipinum Fay. Skipið hevði fingið ógvuliga slagsíðu 75 kilometrar úr landi í Barentshavinum, skrivar vg.no.
Fyrst varð sagt at 13 mans vóru umborð, men meðan bjargingarátakið var í gongd gjørdist greitt, at talan var um 12 mans.
Fay (Mynd: Stadyard)
Tá neyðarkallið kom, var báturin farin at søkka, og manningin upplýsti, at teir vóru ávegis í bjargingarbátarnar.
Ein Sea King-tyrla varð send úr Banak, og var frammi um middagsleitið lokala tíð. Tyrlan heysaði allar menninar upp.
Veðrið var sera vánaligt á leiðini. Vindstyrkin var upp í 20 metrar um sekundið, og tað vóru høgar aldur.
Báturin er bara eitt ára gamal, og varð doyptur í Kristianssund í 2018. Fay er 21 metrar langur og 10 metrar breiður. Enn er ógreitt hví báturin fekk slagsíðu.
Føroyingar hava eisini siglt við Fay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald