Seinastu dagarnar hevur spenningur verið um, nær menningarkvoturnar verða latnar umsøkjarum. Fríggjadagin sendi fiskimálaráðið tíðindaskriv út, har boðað varð frá, at umsøkjarar fingu boð um menningarkvotur mánadagin. Men nú er mikudagur, og enn eru ongar menningarkvotur latnar.
Portalurin hevur verið í sambandi við tingfólk, men ongin veit nakað um menningarkvoturnar. Somuleiðis hava vit allan dag roynt at fingið fatur á Rógva Reinert, aðalstjóra á fiskimálaráðnum, men tað hevur ikki eydnast. Fyrr í dag, tosaði Portalurin við annan embætismann í fiskimálaráðnum, sum gekk út frá, at menningarkvoturnar blivu latnar í dag.
Les eisini: Umsøkjarar vita onki enn
13. mai gjørdi Portalurin samrøðu við landsstýrismannin um, nær menningarkvotur vórðu latnar. Tá vónaði hann, at tað bleiv heilt skjótt. Hann greiddi frá, at tilmælið frá metingarnevndini skuldi hava eina umsitingarliga viðgerð, og at hettar kundi taka nakað av tíð.
Les eisini: Mánadagin fæst svar um menningarkvoturnar
Tað vóru í ár 37 umsóknir um menningarkvotu. Tær flestu umsóknirnar vóru um kvotu til sild og makrel, meðan ikki eins nógvar umsóknir vóru um svartkjaft. Hetta er heldur umvent, um hugsað verður um, at flest tons skulu latast í menningarkvotu til svartkjaft, meðan nógv færri tons av makreli og sild verða latin.
Les eisini: Flest vilja hava makrel
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald