2020-10-07 20:29
Flakatrolarin Enniberg úr Havn, kom í gjár á Miðvág, har skipið skal málast liðugt.
Upplýst verður, at tað regnaði ov illa á Skála, og tí var avgerð tikin um, at fara á Miðvág, har skipið skuldi málast liðugt.
Seinastu fýra vikurnar hevur Enniberg ligið á Skála, har Mest hevur staðið fyri viðlíkahaldsarbeiðnum, og nú er skipið við at verða klárt at fara aftur til fiskiskap.
Enniberg fer væntandi aftur til fiskiskap um vikuskiftið, og tá verður farið í russiska partin av Barentshavinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald