Í gjár landaðu samtrolararnir Jaspis og Ametyst 210.000 pund av upsa á Toftum. Áðrenn teir fóru avstað aftur, vitjaði sjómanstrúboðarin umborð og gav teimum jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum. Tíð var eisini til drekka, prát og bøn.
- Allir umborð eru fegnir fyri jólapakkarnar frá sjómanskvinnuringunum. Teir fløva okkara sjómanshjarta, tí tað eru fólk sum hugsa um okkum og sum harafturat vilja gleða og stimbra okkum.
Tað siga Sunleif Fagradal, Terji Hansen og Remi Nicoleisen, sum sigla við trolarunum.
- Á síðsta túrinum áðrenn jól hava vit ein góðan døgurða. Aftaná hava vit eina jólaløtu, har vit deila pakkarnar út. Vanliga plagar ein at venda sær við, meðan onkur annar peikar á ein og ein pakka og spyr hvør skal hava teir. Soleiðis veit eingin frammanundan hvør fær hvønn pakka, siga teir.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Vit eru spentir at vita hvat er í, men ikki minni spentir at vita um avsendari er á kortinum. Tað er líkasum meiri persónligt og viðkomandi um navn er við. Ikki tí, pakkin gleðir kortini, um navn er á kortinum ella ikki. Er góðgæti í, so plaga menn at leggja tað á borðið, so allir fáa ein smakk. Tað er eisini deiligt at smakka pakkan, siga Sunleið, Terji og Remi skemtandi.
Við takksemi siga allir, at teir hava siglt í mong ár, og um teir minnast rætt, so hava teir fingið jólapakkar øll árini, so tað er nógv at takka fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald