Innanlands

Partarnir sent boð eftir Semingsstovninum

Manningarfeløgini og Reiðarafelagið megnaðu ikki at finna semju

Mynd: fsn.fo

Mynd: fsn.fo

2019-03-29 09:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Maskinmeistarafelagið, Skipara- og navigatørfelagið, Fiskimannafelagið á einu síðuni og Reiðarafelagið á hinari, hava sitið við samráðingarborðið síðstu tíðina, men í gjár varð avgjørt, at partarnir ikki finna semju. Tí eru boð nú send eftir Semingsstovninum.

Terje Sigurdsson, semingsmaður, váttar fyri Kringvarpinum, at Semingsstovnurin er boðsendur.

Fimm fundir hava verið í hesum samráðingunum. Sáttmálarnir hjá feløgunum fara úr gildi á midnátt sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder