Pelagos í Fuglafirði framleiðir uppsjóvarfisk til matna, serliga makrel og sild, men eisini onnur fiskasløg. Vanliga verður sera nógv selt út til marknaðirnar úti í heimi um várið. Nú er støðan ístaðin tann, at goymslurnar fyllast:
- Vit liggja inni við goymslum, sum seljast seinni enn tær plaga, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos, við industry.fo
Talan er um goymslur við einum virði upp á umleið 150 mió. krónur - meginparturin er makrelur. Vanligt eru goymslurnar fullar við ársenda og í byrjanini av árinum, tí vertíðin fyri uppsjóvarfisk er august til januar/februar Goymslurnar eru vanliga tómar í august, tá øll veiðan er seld.
Gongur striltið at selja til flestu marknaðirnar
Tað gongur millum annað striltið at selja til Russlands í løtuni. Russland er størsti einstaki marknaðurin hjá Pelagos. Umleið helvtin av framleiðsluni á virkinum fer til stóra landið fyri eystan, men nú er størsti parturin av russum heima, og hetta ávirkar eftirspurningin eftir vørum frá Pelagos eftir boðum, upplýsir Jóhan Páll Joensen.
Marknaðarnir í Afrika og í Fjareystri eru eisini uppsteðgaðir - í Fjareystri er størsti trupulleikin, at fraktkostnaðurin er tvífaldaður. Nógvar havnir eru eisini stongdar, og óvissan er stór
Hinvegin gongur væl við marknaðunum í Hvítarusslandi, Ukraina, Póllandi og Fraklandi, sigur Jóhan Páll Joensen við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
Niður í 25 prosent - ein partur upp í ALS
Jóhan Páll Joensen metir, at sølan í apríl bert verður umleið 25 prosent av tí, hon eigur. Hóast stjórin hevur góðar vónir um, at Pelagos fer at sleppa av við fiskin á goymsluni, tá eftirspurningurin fer at økjast aftur, so væntar hann, at prísurin fer niður - spurningurin er bert hvussu nógv
Vinnuhúsið skrivar, at Fyrimunurin hjá Pelagos er, at fyritøkan hevur sterkar eigarar, og at undanfarnu árini hava verið góð.
Nøkur starvsfólk hjá Pelagos eru farin í ALS, upplýsir Jóhan Páll Joensen. Hetta eru fólk, sum annars skulu viðlíkahalda virkið, men sum ikki fáa ikki arbeitt sum ætlað, tí tað er trupult at fáa eykalutir og tilfar til Føroya.
Í fjør vóru 55 ársverk hjá Pelagos. Í løtuni eru tað mest tey, ið eru í fyrisitingini og sølufólk, ið arbeiða. Hesi arbeiða fyri tað mesta heimanífrá fyri at avmarka smittuvandan.
Fyltar goymslar - ein stór avbjóðing
Ein goymsla fyri 150 milliónir krónur, sum ikki verður seld sum hon plagar, er ein stór avbjóðing, staðfestir Jóhan Páll Joensen.
Pelagos er ikki einasta fyritøkan, ið liggur inni við nógvum fiski í løtuni. Bogi Jacobsen, stjóri í Varðin Pelagic segði í Degi&Viku fyri stuttum, at tey upplivdu sama trupulleika. Hanus Hansen, stjóri í JFK, hevur eisini sett orð á hesa avbjóðinga.
- Gongur drúgvari tíð enn væntað at fáa marknaðirnar í rættlag, noyðast myndugleikarnir at hugsa um hjálpartiltøk til teirra, sum liggja inni við stórum goymslum vegna korona, heldur Jóhan Páll Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald