Í gjár lá bræv í postkassanum frá manningini á Fagrabergi, sum er eitt av skipunum hjá Framherja í Fuglafirði.
Spennandi var at pakka upp, tí hvat mundu teir vilja?
Jú, hugaligt var at lesa heilsan teirra.
Í brævinum stóð:
- Manningin á Fagraberg hevur flutt Sjómansmissiónini kr. 10.212. sum vit hava savnað inn fyri sølu av fløskum gjøgnum árini. Hetta er ein tøkk fyri tað vælsignaða og góða arbeiðið, sum Sjómansmissiónin og sjómanskvinnuringarnir gera fyri okkum, sum búleikast á sjónum, við vitjanum, jólapakkum við meira-
Nevnast kann, at fløskurnar vóru latnar inn til Vistir, sum so flutti peningin til Sjómansmissiónina.
Føroyska sjómansmissiónin takkar hjartaliga manningini á Fagrabergi fyri gávuna, og at teir fegnast um arbeiðið.
Samstundis verður ynskt teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald