Innanlands

Pison farin til fiskiskap

Frystilínuskipið er fari sín fyrsta túr, síðan tað varð skrásett í føroyska flotanum

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-01 22:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Pison, sum varð keypt til Føroyar fyrst í hesum árinum, er farið til fiskiskap.

Pison er farin til fiskiskap undir Føroyum, og loystu teir av Klaksvík seinnapartin í gjár.

Skipið kom til Føroyum tann 13. januar, og síðan skipið kom til Føroyar er tað skrásett og riggað til at fara til fiskiskap.

Við Pison eru 16 mans fyrsta túrin, men vanligvís vera umleið 14 mans við skipinum.

Skipari er Eystein Sørensen, sum eisini er ein av eigarunum.

Pison er bygdur í 1987 á Vágs Skipasmiðju. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder