2020-08-14 22:30
Grønlendski trolarin Polar Nattoraliik skuldi eftir ætlan aftur til fiskiskap í dag, men í samband við fráferðina bar stóri trolarin við drangan, og tí máttu kavarar niður at hyggja eftir botinum á skipinum, skrivar grønlendski miðilin sermitsiaq.ag.
Skipið hevur júst landað í grønlendska býnum Nuuk, og má nú verða liggjandi til kavarar hava mett um tað er ráðiligt at fara aftur til fiskiskap, ella um skaðin skal gerast aftur beinanvegin, skrivar sermitsiaq.ag.
Polar Nattoralik er ein av nýggjastu rækjutrolarunum í Grønlandi, og kom skipið í grønlendska flotan í fjør.
Polar Nattoraliik er bygdur í Spania, og er heili 81 metrar langur, og líka yvir 17 metrar breiður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald