Innanlands

Polar Princess hevur landað makrel í Kollafirði

Polar Princess hevur landað 650 tons av rundfrystum makreli í Kollafirði

Polar Princess (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Polar Princess (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-08-15 07:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski verksmiðjutrolarin Polar Princess hevur landað makrel í Kollafirði, sum skipið hevur fiskað í altjóða sjógvi.

Polar Princess hevur havt góðan fiskiskap, og fór aftur til fiskiskap í gjárkvøldið.

Polar Princess er eitt av fleiri grønlendskum fiskiskipum, sum í løtuni fiskar makrel í altjóða sjógvi.

Allur makrelurin, sum grønlendsku skipini fiska, verður landaður í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder