Innanlands

Polar Princess landar í Kollafirði

Stóri grønlendski trolarin kom á Havnina týskvøldið áðrenn leiðin gekk til Kollafjørð

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2019-05-16 18:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski trolarin Polar Princess skal landa umleið 500 tons, sum teir hava fiskað í Barentshavinum, í Kollafirði.

Teir hava havt góðan fiskiskap, og eru nú lidnir við fiskiskapin í Barentshavinum, og tá ið liðugt er at landa, verður farið á svartkalvaveiðu í Eystur Grønlandi.

Fleiri føroyingar sigla við grønlendska trolaranum, sum Polar Seafood eigur.

Polar Princess setti kós móti Kollafirði um 18 tíðina í gjárkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder