Innanlands

Polar Princess skal landa 950 tons av makreli

Grønlendski trolarin skal landa makrel til frystigoymslurnar í Kollafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-08-11 18:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski trolarin Polar Princess kom í gjár á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Polar Princess hevur, eins og hini grønlendsku skipini, fiskað makrel í altjóða sjógvi.

Teir hava 950 tons av frystum makreli, sum teir skulu landa í Kollafirði.

Polar Princess hevur landað nakrar lastin av makreli í Kollafirði higartil í ár, og farið verður aftur á makrel, tá ið liðugt er at landa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder