2020-04-23 11:08
Í góðveðriðnum í gjár stevndi stóri grønlendski trolarin Polar Princess á Havnina.
Tað er grønlendska reiðaríið Polar Seafood, sum eigur stóra verksmiðjutrolaran, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum seinastu tíðina.
Teir hava verið í norskum sjógvi, og hava gjørt tveir góðar túrar, har teir hava landað 1700 tons í Tromsø.
Nú er hesin fiskiskapurin liðugur, og skipið skal til Eysturgrønlands at fiska svartkalva.
Í hesum sambandi varð avgerð tikin um, at skipið kom á Føroyar, har teir skuldu skifta yvirmenn umborð.
Polar Princess loysti av Havnini aftur í gjárkvøldið við kós móti Eysturgrønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald