Innanlands

Polarhav og Stjørnan landaðu í Klaksvík í gjár

Partrolararnir komu í gjár inn við 250 tonsum av gulllaksi

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-04-13 13:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Polarhav og Stjørnan shava landað gulllaksin í Klaksvík.

Parið hevur verið á gulllaksaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan varð landað í Klaksvík, og varð síðan koyrd til Leirvíkar, har Tavan, sum hevur keypir gulllaksin frá teimum trimum pørunum, virkaði veiðuna.

Skipini fóru aftur til fiskiskap seinnapartin í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder