Innanlands

Poul Michelsen hitti russiska fiski- og alimálaráðharran

Landsstýrismaðurin er í Moskva í samband við felagsnevndarfundin millum Føroyar og Evrasiatisku Búskskaparsamgonguna

Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið

2019-05-22 11:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Poul Michelsen, landsstýrismaður, vitjaði í gjár fiskiveiðustovnin í Moskva, har hann hitti russiska fiski- og alimálaráðharran, Ilya Shestakov, á stuttum kurteisisfundi.

Á fundinum umrøddu teir báðir samstarvið millum Russland og Føroyar, umframt at kunna hvønn annan um aktuell politisk mál, m.a. um felagsnevndarfundin við EABS, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Felagsnevndarfundur við Evrasiatisku Búskskaparsamgonguna er í hesum døgum í Moskva. Fyrsti fundurin var í gjár.

Nevndin er sett á stovn sambært semjuskjalinum millum partarnar, sum var undirskrivað í Føroyum í august í fjør.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini, og Tatiana Valovaya, EABS ráðharri í búskaparmálum fyri EABS sendinevndini.

Felagsnevndin hevur til endamáls at virka fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar og limalondini í EABS.

Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgisia og Armenia eru limir í EABS, sum er ein felags búskaparsamgonga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder