Innanlands

Protokollir um fiskavørur undirritaðar í Beijing

Hetta tryggjar, at marknaðaratgongdin til Kina verður víðkað til fleiri vørusløg enn áður

Í dag vórðu heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk umframt fiskalýsi og -mjøl undirritaðar í Beijing

Í dag vórðu heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk umframt fiskalýsi og -mjøl undirritaðar í Beijing

2025-04-01 16:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag vórðu heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk umframt fiskalýsi og -mjøl undirritaðar í Beijing. Undirritanin av hesum protokollum tryggjar, at marknaðaratgongdin til Kina verður víðkað til fleiri vørusløg enn áður.

Áðrenn undirritanina var fundur millum landsstýriskvinnuna í uttanríkis- og vinnumálum og kinverska vararáðharran, Zhao Zenglian. Á fundinum fegnaðust báðir partar um góða samstarvið millum heilsumyndugleikarnar í londunum báðum og umrøddu týdningin, ið hesar protokollir hava fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina.

 Tað er týdningarmikið, at føroyska útflutningvinnan fær betri atgongd til fleiri marknaðir fyri at tryggja, at okkara útflutningur ikki gerst ov sárbærur fyri broytingum á heimsmarknaðinum. Tí hava protokollir sum hesar týdning og eg eri sera fegin um, at hendan undirritanin kom í lag, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum. 

Í morgin hittir landsstýriskvinnan varauttanríkisráðfrúina, Hua Chunying

Uttanríks- og vinnumálaráðið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder