Innanlands

Ragnar Joensen og Nordic Aqua Partners 400 milliónir at ala laks fyri í Kina

Fyrrverandi stjóri í Marine Harvest, Ragnar Joensen er nevndarformaður í Nordic Aqua Partner, sum fer at ala laks í Kina

2020-11-20 20:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagið Nordic Aqua Partners hevur fingið fígging upp á 400 milliónir danskar krónur at ala laks í Kina.

Ragnar Joensen, sum hevur verið stjóri fyri Marine Harvest í Føroyum og Noreg, er nevndarformaður í felagnum.

Ætlanin er at gera eitt RAS-annlegg uttanfyri kinesiska milliónabýin Shanghai, og í fyrstu atløgu er ætlanin at ala 8.000 tons um ári. Í øðrum byggistigi er ætlanin at ala tað dupulta.

Seinni eru ætlanir at ala 40.000 tons um ári, og gera alivirki nærhendis Beijing og Hong Kong.

Væntað verður, at felagið um minni enn trý ár, kann veita laks til kinesiska marknaðin.

[object Object]Ragnar Joensen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder