Frystitrolarin Ran er seldur til Afrika, har han skal fiska. Ran bleiv bygdur til Føroyar í 1971, og er elsti trolarin, sum hevur verið í vinnu í Føroyum síðstu árini.
- Skipið hevur fiskað kvotur í altjóða sjógvi, og vunnið nýggj fiskirættindi til Føroyar. Eisini fiskaði Ran túsundtals av tonsum av makreli við Føroyar tey árini, tá ið Føroyar ásettu sær størri makrelkvotu í 2010, sigur Hans Andrias Keldurberg, reiðari.
Ran kom í føoyska flotan í 1971, og kallaðist tá Sjúrðarberg. Tað var JFK, sum lat tríggjar trolarar byggja í Norra. Sjúrðarberg varð seinni seldur til havnar, har skipið fekk navnið Enniberg.
- Ætlanin at fáa nýtt skip fyri Ran, og tað er eisini ynski um møguleika at kunna fiska rækjur við nýggja skipinum. Best hevði sjálvandi verið at bygt eitt nýtt skip, sum kundi fiska allar kvotunar hjá reiðarínum, men atlit má takast til tær umstøður og karmar sum vinnan livir undir, sigur Hans Andrias Keldurberg.
Í márs mánaða upplýsti Hans Andrias Keldurberg, at Ran hevði loyst av Havnini fyri seinastu ferð, og varð skipið ikki selt, skuldi tað høggast upp.
Skipið stóð fyri einari umfatandi klassing, og tað var ov dýrt, í mun til hvat skipið var vert, men reiðarin vónaði at skipið bleiv selt heldur enn høgt upp.
Ran hevur nú hevur nú fingið heimstað í Nigeria.
Hesa árstíðuna, hevur Ran vanliga verið í Irmingarhavinum og fiskað kongafisk í altjóða sjógvi. Hendan altjóða kvotan hjá Føroyum liggur tíverri ófiskað í ár.
Les eisini: Eftir 48 ár: Ran verður nú lagdur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald