Innanlands

Ran fær navnið Genevieve og heimstað í Nigeria

Trolarin hevur verið heimahoyrandi í Føroyum síðan 1971

2019-07-10 10:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystitrolarin Ran, sum herfyri varð seldur til Afrika, fær navnið Genevieve, og heimstað í Nigeria.

Hvat skipið skal fiska vita vit ikki, og heldur ikki hvat søluprísin var.

Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum seinastu árini hevur átt Ran, sum hevur havt heimstað í Tórshavn. 

Sum vit fyrr hava skrivað, so kom Ran sum nýbygnigur í føroyska flotan í 1971 tá ið Kjølbro lat trolaran byggja í Norra, og var hetta tá framkomnasti trolarin í flotanum.

Tað var tann 15 mars í ár, at trolarin loysti av Havnini fyri seinastu ferð, og setti kós móti Esbjerg, har skipið skuldi leggjast.

Hans Andrias Keldurberg, reiðari, vónaði at skipið bleiv selt, so teir kundu sleppa undan at høgga skipið upp.

Avgerð varð tikin um at leggja skipið, av tí at skipið stóð fyri einari stórari klassing, sum skuldi gerast í samband við, at skipið skjótt verður 50 ár.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder