Innanlands

Ran við í kanning fyri Havstovuna

Havstovan hevur leigað uppsjóvarskipið Ran, sum skal luttaka í einari kanning, har endamálið er at telja hvalir um okkara leiðir

Ran (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ran (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-06-28 06:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Havstovan hevur leigað uppsjóvarskipið Ran, sum skal lutaka í einari kanning, har endamálið er at telja hvalir um okkara leiðir, og sum er samstarvið við fleiri øðrum londum.

- Tað eru londini Føroyar, Grønland, Ísland, Ongland, Noregi og Kanada, sum samskipa kanningina, og tað er í hesum sambandi at Havstovan hevur leigað Ran, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari í Thor samtakinum, sum eigur Ran.

Ran er júst farin úr Føroyum, og farið verður í altjóða sjógv vestanfyri Írland, har kanningin gongur fyri seg, og tekur kanningin 20 dagar, sigur reiðarin við fiskur.fo.

Við Ran eru átta fólk umframt manning frá reiðarínum, sum siglur við skipinum, sum eisini er partur av leiguavtaluni, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder