Innanlands

Rescue Sverri fingið betri umstøður

Boð vóru eftir bjargingarbátinum Sverra í gjár at hjálpa útróðrarbáti, sum hevði fingið maskinstøðg

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2024-02-15 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bjargingarbáturin Sverri, sum virkar út frá Miðvági, hevur nú fingið betri umstøður, so tað nú er munandi lættari hjá manningini at koma til og umborð á bátin í skundi.

Vága kommuna skrivar, at saman við Vága Bjargingarfelag hevur verið arbeitt fyri at bøta um karmarnar fyri virksemið hjá bjargingarfelagnum.

- Ofta skal berast skjótt at tá útkall eru, og tá skulu umstøðurnar verða góðar og tryggar hjá manningini. Við at leggja eina flotbrúgv við landgongd, gerst tað lættari tá farið verður umborð á bjargingarbátin, tí fóru vit undir hetta arbeiðið, sigur Jóanis Albert Nielsen, formaður í vinnu- og havnanevndini, við heimasíðuna hjá Vága kommunu.

Í sambandi við at flotbrúgvin til Sverra er flutt, og eisini oljuútgerðin hjá Magn við bátahylin, er nú møguligt at fáa nøkur bátapláss afturat í bátahylinum í Miðvági, har stórur eftirspurningur er eftir bátaplássi, skrivar Vága kommuna.

So seint sum í gjár vóru boð eftir Sverra. Tað var til at hjálpa einum útróðrarbáti, sum hevði fingið maskinbrek á eini leið vestan fyri Skúvoy. Sverri sleipaði útróðrarbátin til Skopunar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder