- Vit komu inn á Runavík at skifta fólk, og so skuldi okkurt smávegis gerast umborð. Vit koma úr Hollandi og eru ávegis til Íslands við 1080 tonsum av salti, sum skal nýtast bæði til mat og til ídna. Saltið skal leggjast upp á fleiri støðum í Íslandi, áðrenn skipið fer á Eysturlandið eftir fiskamjøli til Norra.
Tað sigur Eyðfinn Jacobsen, skipari, á handilsskipinum Hav Sand, sum týsdagin var á Runavík.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Vit, saman við nógvum øðrum skipum, hava tíverri verið sera nógv darvaðir av ringa veðrinum í ár. Tað hevur ikki bara verið stormur á leiðini við Føroyar og Ísland, men eisini í Norra og langt suður í Norðsjógvin. Tí hava vit ligið nógv í havn og ikki kunna siglt tær rutir, sum vit ætlaðu, ella ikki til tíðina, sigur Eyðfinn.
Eyðfinn og Brian, sum er stýrimaður, fóru báðir í land í Runavík, tí teirra seks vikur umborð vóru lidnar.
Seks mans eru við Hav Sand, sum Frakt og Sand í Runavík eigur.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald