Leygardagin gjørdi lítli nótabáturin Katrin úr Søldafirði ein góðan dag.
- Vit kastaðu so nær landið sum vit tordu, ja, heilt inni í taranum, tí stimin stóð har. Tað var beint útfrá nýggju rundkoyringini í Rókini í Saltnesi.
- Tá vit vóru lidnir at kasta og stimin var í, sigldu vit spakuliga yvir til molan á Runavíkar havn og bundu bátin. So fóru vit at pumpa sildina inn í bátin, søgdu brøðurnir Jón Eli og Hilmar Johannesen, sum eiga og reka Katrin. Teir høvdu sonin og abbasonin við, og teir sóðu út til at trívast.
- Tað var smáfallandi sild, sum vanliga er at fáa hesa ársins tíð. Harafturat vóru nakrir toskar eisini í nótini. Vit meta kastið til umleið 18 tons, sum er uppí lastina, søgdu teir.
- Vit hava fiskað nakað av brislingi í vetur, sum Tavan í Leirvík hevur keypt. Tavan keypti eisini sildina leygarkvøldið, men annars er tað Havsbrún í Fuglafirði, sum keypir sildina frá okkum, søgdu Jan Eli og Hilmar.
Katrin hevur gjørt fleiri góðar túrar í vetur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald