Innanlands

Rokfiskiskapurin er ein eyka signing frá í erva av

Tílíkan fiskiskap, sum nú, havi eg ongantíð upplivað og neyvan nakar núlivandi føroyingur, sigur Johan Kári Jacobsen

2019-10-02 20:15 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Ofta verður sagt, og tað kemur úr Gamla Testamenti, at tað vanliga eru sjey góð ár og so sjey rakár. Men eg haldi, at tey sjey rak árini gjørdust longri enn vanligt, ja, heilt til nú, sigur skiparin á Núpi, John Kári Jacobsen.

- Eg havi upplivað rokfiskiskap tá toskurin kom aftur í 90unum og aftaná aldarskiftið, men tílíkan fiskiskap, sum nú, havi eg ongantíð upplivað og neyvan nakar núlivandi føroyingur. Eg haldi hetta er ein eyka signing frá í erva av- sigur Johan Kári.

- Eg havi heldur ikki upplivað so nógvan fisk sum nú. Natúran “spælir við” og onnur grund er neyvan, sigur stýrimaðurin Tommy Sivertsen.

- Vit hava einki fordømi um so nógvan fisk, so eg veit ikki hvussu leingi hesin fiskiskapurin verður. Men finnur fiskurin føði, so verður hann, men manglar føðin, rímir hann óivað, sigur Tommy.

- Tá nú fiskurin endiliga er komin, vóni eg, hann verður verandi í nøkur ár. Hetta árið er gott hjá línuskipunum og harafturat hava útróðrarbátarnir rokast. Hetta er frálíkt og kærkomi, sigur John Kári.

Núpur fór nýggjan túr undir Føroyar seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder