Innanlands

Rókur og Lerkur seldir til Fraklands

Skipini eru farin upp á Akureyri, har tey skulu fáa nýggja verksmiðju og krapís-maskinur ísettar

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-11-09 17:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í dag varð endaliga sølan av trolarunum Róki og Lerki hjá Faroe Origin í Runavík avgreidd. Teir eru seldir til felagið Euro Nord í Boulogne í Fraklandi.

Skipini eru farin upp á Akureyri, har tey skulu fáa nýggja verksmiðju og krapís-maskinur ísettar. Tað arbeiði verður ikki liðugt fyrr enn mánaðarskiftið januar/februar.

Sum skilst, skulu skipini fiska við tveimum trolum hvørt eftir botnfiski í Norðsjónum og landa í Hanstholm. Føroyingar vera skiparar og maskinmenn á báðum skipunum.

Rókur er smíðaður í ár 2000 og Lerkur í 1999 hjá Karstensen úr Skagen. Skipini vórðu keypt til Føroya í 2007 av Faroe Seafood. Síðstu árini hevur Faroe Origin í Runavík átt skipini.

- Tað eru fleiri grundir fyri søluni. Skipini hava verið tung í rakstri øll árini, og so hevur  upsafiskiskapurin verið smáligur leingi. Harafturat mangla vit fiskidagar til skipini hjá okkum, og eru tí noyddir at keypa dagar. Tá fiskiskapurin er smáligur, er dýrt at keypa dagar, sigur Ingi Hansen, útgerðarmaður hjá Faroe Origin.

- Vit hava Bak, Stelk, Heyk og Falk; og nú hava vit nógv mikið av døgum. So fáa vit at síggja, hvussu verður við fiskiskapinum, og um vit kunnu fáa fleiri dagar. Hendir tað, ja, so er kanska grundarlag fyri einum pari afturat, sigur Ingi Hansen. 

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Sum skilst, so fáa vit maskinmenn møguleika at halda fram í nýggja reiðarínum. Men nú eg havi fylt 70 ár, tími eg ikki at royna nýggjar leiðir, so tann møguleikan skulu aðrir fáa, sigur Sjúrður Christiansen, sum hevur siglt við Róki.

- Eg fari at royna eina tíð, so fái eg at síggja, hvussu verður. Mær dámar væl umborð her, og tað er altíð skjótt at fara í land, sigur 69 ára gamli, Jákup Henriksen, sum eisini hevur siglt við Róki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder