Sum skilst á keldum, sum Portalurin hevur tosað við, so eru partrolararnir Rókur og Lerkur við at verða seldir av landinum.
Stjórin í Faroe Origin, Jens Pauli Petersen, hevur onga viðmerking í løtuni, men sum Portalurin skilir á álítandi keldum, so skal parið undir franskt flagg, og síðani fiska í norðsjónum.
Rókur og Lerkur lógu fyrr í vikuni í dokkini á Skála, har keypararnir skuldu hyggja eftir botnunum, og skuldu síðan siglast til Íslands, har skipini skulu latast nýggju eigarunum.
Rókur og Lerkur fóru úr Føroyum í gjár.
Tað var Faroe Seafood, sum keypti partolararnar til Føroyar, sum eru bygdir í Skagen fyrst í hesari øldini.
Tá ið Faroe Seafood fór á húsagang, stovnaðu Varðin, Framherji og Samherji felagið Faroe Origin, sum keypti parið, umframt trý onnur pør.
Felagið seldi fyri nøkrum árum síðan minsta parið Skúgv og Munk av landinum
Tá ið Rókur og Lerkur eru seldir, eigur Faroe Origin pørini Stelk og Bak umframt Heyk og Falk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald